Innanlands

Stór mótstøða móti at strika dýra biðidag í Danmark

Ein samlað andstøða heitir á stjórnina um at finna aðra fígging til komandi verjusemjuna enn at strika dýra biðidag sum halgi- og frídag

Jakob Ellemann-Jensen, verjumálaráðharri, hevur givið andstøðuni sjey dagar til at boða frá, um tey vilja vera við í komandi verjuavtaluni. Aftur fyri mugu tey atkvøða fyri uppskotinum hjá stjórnini um at strika dýra biðidag sum halgi- og frídag (Mynd: EPA)

Jakob Ellemann-Jensen, verjumálaráðharri, hevur givið andstøðuni sjey dagar til at boða frá, um tey vilja vera við í komandi verjuavtaluni. Aftur fyri mugu tey atkvøða fyri uppskotinum hjá stjórnini um at strika dýra biðidag sum halgi- og frídag (Mynd: EPA)

2023-01-17 12:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er stór mótstøða í Danmark ímóti ætlanini hjá stjórnini av strika dýra biðidag sum halgidag. Politiskt er tað serliga hóttanin um, at flokkar, ið ikki vilja atkvøða fyri uppskotinum, verða útihýstir frá eini komandi verjusemju, sum fýlst verður at.

Í einum felags tíðindaskrivi vísa allir flokkarnir uttan fyri stjórnarsamgonguna á, at talan er um brot á eina siðvenju.

- Tað er ikki rímiligt bert at geva flokkunum ein møguleika fyri fíggingini av eini nýggjari verjuavtalu, serliga tá flestu flokkarnir eru ímóti hesum fíggingarmøguleika, skriva flokkarnir í skrivinum.

Danska stjórnin hevur boðað frá, at tað, ið statskassin fær inn fyri at strika dýra biðidag sum frídag, skal brúkast til at fíggja komandi verjuavtaluna.

Lógaruppskotið varð lagt fyri fólkatingið í farnu viku, og fríggjadagin gav Jakob Ellemann-Jensen, verjumálaráðharri, andstøðuflokkunum sjey dagar til at boða frá um teir vildu vera við.

- Allir níggju flokkarnir heita á stjórnina um, saman við restini av Fólkatinginum, at finna aðra fígging til komandi verjusemjuna. Allir flokkar eru til reiðar at koma til samráðingar og taka ábyrgd fyri at finna fíggingina, skriva flokkarnir í tíðindaskrivinum.

'Bøllemetoder'

Talan er um SF, Danmarksdemokratarnar, Liberal Alliance, tey konsservativu, Enhedslisten, tey radikalu, Dansk Folkeparti, Nye Borgerlige og Alternativet.

Alex Vanopslagh, leiðari í Liberal Alliance kallar framferðina hjá stjórnini fyri ‘bøllemetoder’.

- Vit ynskja, at halda fram við breiða og upbyggjandi samstarvinum vit altíð hava havt um donsku verjuna, og vit trúgva uppá, at vit við í breiðum samstarvi kunnu finna eina aðra loysn, sigur politiski leiðarin hjá teimum radikalu, Martin Lidegaard, sambært Ritzau.

Fakfelagsrørslan mótmælir

Eisini fakfelagsrørslan er ímóti, at dýri biðidagur verður strikaður sum frídagur til tess at fíggja verjupolitikkinum hjá nýggju stjórnini.

Fagbevægelsens Hovedorganisation, FH, sum er talirør fyri fleiri stór fakfeløg, hevur í dag lagt fram ynski um at senda uppskotið um avtøku av dýra biðidegi út til fólkaatkvøðu.

FH hevur eisini boðað frá ætlaðum mótmælistiltøkum, eins og farið er undir eina innsavning av undirskriftum ímóti ætlanini.

Møguleiki fyri fólkaatkvøðu

Danska stjórnin við sosialdemokratunum, Venstre og Moderaterne, hevur meiriluta á fólkatingi, og tørvar ikki stuðul frá andstøðuflokkunum til tess at fáa sínar politisku ætlanir gjøgnum fólkatingið.

Andstøðan hevur tó tann møguleika, at hon kann krevja fólkaatkvøðu um eitt samtykt lógaruppskot, um ein triðingur av fólkatingslimunum krevja tað.

Higartil eru tað bert Nye Borgerlige, Enhedslisten og Dansk Folkeparti, ið greitt hava boðað frá, at tey ynskja fólkaatkvøðu. Hesi flokkarnir klára langt frá at savna tær neyðugu 60 atkvøðurnar á fólkatingi, skrivar Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder