Innanlands

– Heilsustýrið í vanda fyri at verða uttan læknaliga leiðslu

Læknafelag Føroya finst at Heilsumálaráðnum fyri ikki at krevja, at nýggi stjórin í Heilsustýrinum hevur læknaútbúgving

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-10-20 07:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heilsumálaráðið eigur at seta ein lækna sum nýggjan stjóra fyri Heilsustýrið, sigur Læknafelag Føroyar, sum finst at Heilsumálaráðnum fyri at lýsa stjórastarvið leyst uttan krav um læknaútbúgving.

– Í Heilsustýrinum hevur bert verið ein lækni í starvi – stjórin. Nú er komið alment fram, at hesin læknin ikki longur er virkandi stjóri og fer úr starvi í næstum. Samstundis er stjórastarvið lýst leyst uttan krav um læknaútbúgving. Útlit er tí til, at nýggi stjórin ikki verður lækni, og at Heilsustýrið verður uttan læknaliga leiðslu – ein óneyðugur váði fyri sjúklingatrygd og álitið á avgerðir hjá myndugleikanum.

Tað var síðst í september, at boðað varð frá, at Heilsustýrið skuldi hava nýggjan stjóra, nú setanartíðarskeiðið hjá verandi stjóra gongur út.

Bjarni á Steig, lækni hevur verið stjóri í Heilsustýrinum seinastu árini.

Tá umsóknarfreistin var farin 15. oktober, vórðu 12 umsóknir komnar inn.

Læknafelagið vísir á at stjórarnar í heilsustýrinum í Danmark, Noregi, Svøríki og Íslandi eru læknar, og teir hava besta innlit í heilsuverkinum og kunnu bera ábyrgd og taka avgerðir um heilsufaklig viðurskifti fyri alt samfelagið.

Heilsustýrið umsitur eisini farsóttarlógina. Slík handfaring krevur læknaliga meting og ábyrgd – m.a. í sambandi við smittusporing, ráðgeving og raðfestingar, sigur Læknafelagið.

– Læknafelag Føroya hevur víst á omanfyrinevnda trupulleika á fundi við Heilsumálaráðið 9. oktober. Læknafelag Føroya væntar, at Heilsumálaráðið lurtar eftir fakliga serkunnleikanum á økinum og setir stjóra til Heilsustýrið, sum er lækni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder