
Tað gongur strálandi hjá Sissal Jóhonnu Norðberg Niclasen í Vild med Dans.
Aftur í kvøld vann havnardaman seg víðari í dansikappingini á TV2, og av tí, at tað næsta fríggjakvøld verður ein Knæk Cancer-útgáva av Vild Med Dans, rýkur eingin út tá.
Sostatt er greitt, at Sissal í øllum førum verður at síggja á dansigólvinum næstu tvær vikurnar.
Sissal og partnarin Eugen Miu dansaðu samba til lagið "Hang with me" hjá Robyn.
Fyrstu tjúgu sekundini átti Sissal sjálv dansigólvið, og hetta fekk hon stórt rós fyri frá dómarunum. Eisini fekk hon nógv rós fyri at vera so fim
Sissal og Eugen Miu fingu 22 stig frá dómarunum og lógu sostatt á deildum ovasta plássi. Men uttan hyggjaraatkvøður er man lítið verdur, og stuðulin frá hyggjarunum trýtur ikki.
Í øllum førum vóru nokk av atkvøðum til at koma víðari enn einaferð. Sjey pør eru nú eftir í ársins Vild med Dans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald