Mentan

Poulina Øregaard gjørdist kend yvir nátt

Allar Føroyar tosaðu um Poulinu Øregaard og Karl Birgir Isaksen í 2020. Í nýggjari poddvarpsrøð hjá Kringvarpinum fortelur hon um, hvussu hon upplivdi at vera tann, sum fólk slatraðu um

Poulina Øregaard fortelur í nýggjari poddvarpsrøð hjá Kringvarpinum, hvussu hon upplivdi, at vera tann, sum fólk slatraðu um (Mynd: KvF)

Poulina Øregaard fortelur í nýggjari poddvarpsrøð hjá Kringvarpinum, hvussu hon upplivdi, at vera tann, sum fólk slatraðu um (Mynd: KvF)

2025-10-16 14:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var javnan uppi at venda millum fólk í 2020 og eina tíð fram. Poulina Øregaard og Karl Birgir Isaksen.

Í nýggjari poddvarpsrøð fortelur Poulina Øregaard Isaksen, hvussu hon upplivdi at vera tann, sum fólk slatraðu um.

30 ár var í millum tey bæði og tey fóru úr hjúnarbondum fyri at vera saman. Fólk vóru á gosi.

Í trimum pørtum fortelur Poulina Øregaard, hvussu hon upplivdi at vera tann, allar Føroyar tosaðu um. Um at fóta sær í einum nýggum veruleika, og tá tingini eru við at leggja seg brádliga at gerast einkja sum 29 ára gomul. 

Hoyr poddvarpsrøðina 'Kend yvir nátt' her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder