2025-10-18 09:41

Í gjár varð løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Norðurøkinum, og í hesum sambandi vórðu fimm mál skrivað.
Um 10-tíðina fyrrapartin vórðu tveir bilførarar tiknir uttan trygdarbelti í Klaksvík, og tað fáa teir bót fyri.
Um middagsleitið vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt í Norðoyatunlinum. Mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman, men hesir koyrdi ávikavist 94, 97 og 98 kilometrar um tíman, og tað fáa teir eisini bót fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald