
Sunnumorgunin boðaði løgreglan frá, at herverk varð gjørt á fleiri bilar í Havn, og vildi løgreglan fegin hoyra frá fólki, sum høvdu sæð okkurt í hesum sambandi.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at løgreglan higartil veit um sjey bilar, sum hava verið fyri herverki.
Talan er um tríggjar bilar í Bøgøtu, ein í Tróndargøtu, ein í Jákup Nolsøes gøtu, ein í Magnus Heinasonar gøtu, og ein á Landavegnum. Á øllum bilunum er hol stungið á eitt av dekkunum.
Tað er helst hent millum leygarkvøldið og sunnumorgunin.
Enn hevur eingin vent sær til løgregluna við upplýsingum, og eru fólk framvegis vælkomin at seta seg í samband við løgregluna, um tey halda seg vita okkurt um herverkini, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald