Innanlands

Jens Eli Jacobsen 20 ára starvsdag

Hann hevur verið partur av veitingareindini hjá Sunda kommunu síðani 2005

(Mynd: Sunda kommuna)

(Mynd: Sunda kommuna)

2025-10-19 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin varð hátíðarhildið, at Jens Eli Jacobsen, sum hevur verið partur av veitingareindini hjá Sunda kommunu síðani 2005 og er varaformaður á eindini, hevði 20 ára starvsdag.

Løtan varð hátíðarhildin saman við starvsfelagum og familju, skrivar kommunan.

Sagt varð m.a. soleiðis um Jens Eli:

– Í Sunda kommunu eru vit ríkað við nógvum góðum starvsfólkum, og Jens Eli er helst ímyndin av einum tænastusinnaðum, hjálpsomum og álítandi arbeiðsmanni. Jens Eli setur borgarin fremst, uttan mun til veðurviðurskiftir og árstíðir. Jens Eli ger alt fyri at tæna borgarunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder