2025-10-19 11:05

Í nátt fekk løgreglan fráboðan um tvey ferðsluóhapp í Havn.
Tað fyrra ferðsluóhappið varð fráboðað beint áðrenn midnátt. Boðað varð frá, at ein ávirkaður persónur hevði rent á ein parkeraðan bil.
Tá løgreglan kom á staðið, var førarin, sum hevði rent á, framvegis har, og mett varð, at hann var ávirkaður av rúsdrekka. Blóðroynd varð tikin, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.
Seinna ferðsluóhappið var klokkan tvey. Har var talan um ein bilførara, sum ikki helt víkiskylduna og rendi á síðuna á einum øðrum bili.
Materielli skaðin var stórur, men eingin fólkaskaði var, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald