Mentan

Ein friðsæl lættlig kensla í Norðurlandahúsinum

Væleydnað ”Album”-koncert við tónleiki hjá The Eagles

Jens Marni Hansen hevði eina krevjandi uppgávu at fylla út leiklutin hjá Don Henley (Mynd: Norðurlandahúsið)

Jens Marni Hansen hevði eina krevjandi uppgávu at fylla út leiklutin hjá Don Henley (Mynd: Norðurlandahúsið)

2018-10-14 13:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var ein ”friðsæl lættlig kensla” í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Bjóðað var til tónleik við The Eagles, sungið og spælt av einum 11 mans stórum donsk-føroyskum orkestri.

Tónleikaligi varðin, sum The Eagles legði eftir seg, var serliga LP-plátan ”Hotel California”, og endamálið við serligu konsertini leygarkvøldið, var júst at spæla sangirnar á hesi plátuni úr enda í annan.

Album-konseptið stavar úr Danmark, og ein av stigtakarunum, dugnaligi trummuleikarin Søren Kepler úr Aalborg, var hann, sum kom til Føroya við hesum tiltalandi tiltaki.

Søren Kepler er maður føroysku sangarinnuna og violinleikaran, Sigrid Rasmussen, so tað var onkursvegna natúrligt at royna seg í Føroyum, nú tiltakið riggaði so væl í Danmark.

Hann hevði ein danskan vinmann, umframt konuna, við sær, dugnaliga guittarleikaran Michael Møller Porsborg. Annars vóru tað føroyingar, sum mannaðu vælmannaða orkestrið í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið.

Tað vil siga, at ein teirra er dani, Søren Haugaard Pedersen, men Søren býr og virkar her heima, og er ein partur av føroyska tónleikapallinum eftirhondini.

The Eagles kann í útgangsstøði virka sum lættspældur tónleikur. Men er tað ikki – serliga er tað kórsangurin – arrangementini – ið er rættiliga krevjandi.

Men tað kláraði vælmannaði bólkurin til perfeksjón. Fimm sangarar vóru á palli. Teir høvdu hvør sín leiklut í mun til røddirnar hjá Eagles, og tóku sær annars av kórunum.

Tungastu uppgávuna hevði Jens Marni Hansen, ið hevði ”leiklutin” hjá Don Henley, ið er forsangari á heili fimm av teimum níggju sangunum á ”Hotel California”. Jens Marni kláraði hetta framúr væl.

Tá hann ”endaði plátuna” við pompøsa friðarliga lagnum ”The Last Resort”, var nærum einki eyga turt í Norðurlandahúsinum. Hetta framúr lagið hjá Eagles – helst tað besta av øllum, sum Eagles hava avrikað – varð framført við inniligleika, og Jens Marni megnaði (næstan) at lyfta tað upp á tær hæddirnar, har tað hoyrir heima.

Annars vóru tað Søren Haugaard, sum sang leiklutirnar hjá Glen Frey ”New Kid in Town” og Joe Walsh ”Pretty Maids All in a Row” og Kristel Lisberg tók sær av leiklutinum hjá klænmælta bassleikaranum, Randy Meisner, sum eigur og syngur lagið ”Try and Love Again”.

Leikluturin hjá Sigrid Rasmussen var, umframt at syngja kór, at spæla fiól saman við strings-arrangementið hjá Magnus Johannessen í uppafrurtøkuni av lagnum ”Wasted Time”, sum byrjar B-síðuna á plátuni.

Fýrverk av hittum
Tá plátan var liðugt spæld, fór orkestrið so at spæla nøkur av hittunum hjá Eagles – tey, ið ikki eru á ”Hotel California”. Her kom Ólavur á Váli til sín rætt við lagnum um ta friðsælu og løttu kensluna, ”Peaceful Easy Feeling”, Kristel sang lagið ”I can tell you Why” hjá Timothy B. Smith, avloysaranum hjá klænmælta bassleikaranum Randy Meisner, og Sigrid Rasmussen slapp eisini at royna seg. Hesaferð við einum lagi, sum Eagles ikki hava spælt inn sjálvir, men er av eini soloplátu hjá Don Henley, tann meira jazzkendi ”In a New York Minute”.

Restin var eitt fýrverk av øðrum hittum, ”Desperado”, ”Take it Easy” og ”One of these nights”, sum serliga Søren Haugaard Pedersen tók sær av. Hava vit nevnt avrikið hjá Jens Marna, so mugu vit eisini nevna Søren Haugaard, sum er ein ógvuliga stílreinur sangari – tað eru nærum ongi mark fyri tí hann klárar – og hvørja fer til perfeksjón.

Orkestrið stóð seg eisini væl. Kapellmeistarin Søren Kepler er ein meistari handan trummurnar, men brúkti heldur nógva tíð upp á tos um projektið og langar tøkkir, sum vóru týdningarleysar fyri áhoyraran. Danski guittarleikarin Michael Møller Porsborg dugdi sítt kram til lítar, og hann og Mikkjal Hvannastein brilleraðu, og tað kom serliga til sín rætt í dupultu gittarsolunum. Jóhannus á Rógvi var sum altíð ein klettur á bassinum, og so vóru tað Magnus Johannessen á ljómborðum og Kim Hansen (sum hesaferð ikki slapp at syngja) á klaveri fyri tað mesta.

Sum altíð til slíkar ’tribute’-konsertir, so er tað altíð okkurt, ið ein saknar, og so var eisini hesaferð. Hesin spyr hví ”Tequila Sunrise” og ”Take it to the Limit” ikki sluppu við, og kundi kanska eisini hugsa sær ”Ol’55” og ”Hole in the World”. Onnur høvdu helst okkurt annað lag, sum tey kundu ynskt var við. Men tað skalaði tó ikki upplivingina av eini stak góðari konsert.

Sum skilst á Søren Kepler ynskti hann at koma aftur við onkrum øðrum líknandi projekti at spæla saman við føroyskum tónleikarum – hann skal vera væl komin.

[object Object]
(Mynd: Norðurlandahúsið) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder