Innanlands

UNESCO: At verja náttúru og mentan í vinnuligum høpi

NORA skipar fyri almennum kunnandi fundi um at samskipa náttúru og mentan. Verður í Perluni seinnapartin í morgin

2025-05-18 12:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyar hava atlimaskap í ST-stovninum UNESCO. Men hví skulu vit hava tað, og hvussu skal tað vera gott og gagnligt fyri okkum í Føroyum? 

Í morgin, mánadagin 19. mai kl. 15, verður almennur fundur í Perluni í Havn, har Kristina Christiansen frá Tjóðsavninum leggur fyri, og greiðir frá føroyskum arbeiði í sambandi við heimsarv. Síðani tosar Jean-Philippe Messier úr Kanada, sum er stovnari av og stjóri fyri Manicuagan-Uapishka Biosferuni í Quebec. Hann hevur stóra vitan um og royndir frá UNESCO-heimsarv, biosferur og geoparkir.

Jean-Philippe greiðir frá, hvussu UNESCO hevur virkað sum ein liður í tilgongdini, tá eitt land, ella øki, skipar mentan, náttúru og siðaarv í tráð við altjóða UNESCO-karmar. “Ein grundsetningur er altíð, at lokala staðsetingin eigur avgerandi orðið,” sigur Jean-Philippe Messier.

Tiltakið er viðkomandi fyri fólk, ið hava áhuga fyri bæði náttúru og mentan. Ber til at varðveita og samstundis gagnnýta vinnuligar møguleikar á staðnum? Eitt viðkomandi evni er júst hetta, hvussu náttúra og mentan kunnu skipast í einum altjóða UNESCO-høpi, samstundis sum tað er tann lokali myndugleikin, ið ger av, hvussu hetta í grundini skal skipast. 

Høvi verður at seta spurningar. 

Fundurin er almennur og ókeypis. Tað er NORA, ið skipar fyri tiltakinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder