Innanlands

Bjarni K. klárar seg best av øllum

Nýggj veljarakanning hjá Portalinum: Um landsstýrismaðurin við lógarmálum missir sín landsstýrissess og aðalráð í dag, so er tað best umtókta landsstýrisfólkið, ið missir embætið

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-11-04 13:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ungi landsstýrismaðurin við lógarmálum, framsóknarmaðurin Bjarni Kárason Petersen, verður mettur at verða tað mest sannlíka navnið, sum løgmaður fer at hála burtur úr hattinum, um tað er so, at trý landsstýrisfólk – eitt fyri hvønn samgonguflokk – skulu sigast úr embætinum í dag.

Men hann hevði neyvan verið fyrsta val, um tað var almenningurin, ið varð spurdur.

Tí Bjarni K. Petersen er tað landsstýrisfólkið, sum klárar seg best.

Tað vísir ein veljarakanning, sum Portalurin hevur latið gjørt. Spyr.fo spurdi í gjárkvøldi 500 veljarar henda spurningin: “Hvussu heldur tú, at landsstýrisfólkini hava klárað seg?”. Og so vóru fimm svarmøguleikar frá “sera illa” til “sera væl”. Svarmøguleikin í miðjuni var “hvørki væl ella illa”.

Øll undir miðal

Úrslitið av kanningini er, at øll landstýrisfólkini hava klárað seg “undir miðal”. Men júst Bjarni Kárason Petersen, ið hevur besta ummælið, liggur so mikið lítið undir miðal (2,96), at hann fær karakterin 3,0 tá rundað verður til ein desimal.

Tá vit settu henda sama spurningin fyri góðum fimm mánaðum síðani, var eitt landsstýrisfólk, sum lá yvir miðal – Sirið Stenberg, forkvinna Tjóðveldis, fekk ummælið 3,1. Nú liggur hon á triðja plássi aftan fyri Eirik í Jákupsstovu, tey fáa ávikavist 2,91 og 2,85.

Tað er bert eitt av landsstýrisfólkunum, sum gongur fram í nýggjastu kanningini. Tað er Ruth Vang, sum nú fær ummælið 2,5 eftir at hava verið niðri á 2,3 og 2,1 í teimum báðum undanfarnu kanningunum.

Ruth Vang liggur tó framvegis næstniðast. Einasti, sum klárar seg verri, er landsstýrismaðurin við fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, sum lá á 3,0 fyrstu ferð hann varð vigaður í undanfarnu veljarakanning, men sum nú fær ummælið 2,4.

Niður í tølini

Sum vera mann, er stórur munur hvussu andstøðuveljarar og samgonguveljarar meta um landsstýrisfólkinum.

Millum samgonguveljararnar liggur Bjarni K. Petersen nógv best fyri við einum ummæli á 3,68, framman fyri Sirið Stenberg 2,49 og Eirik í Jákupsstovu við 3,29.

Andstøðuveljarar halda hinvegin, at Eirikur í Jákupsstovu hevur klárað seg frægast (2,63), framman fyri Margit Stórá (2,46) og Sirið Stenberg og Bjarna K. Peterssen, sum bæði fáa 2,42.

Hyggja vit eftir úrslitinum landafrøðiliga, so halda veljararnir í høvuðsstaðnum, at Bjarni K. Petersen klárar seg nógv best. Hann fær ummælið 3,26 framman fyri Sirið Stenberg við 3,00 og Eirik í Jákupsstovu 2,91.

Eirikur í Jákupsstovu fær eisini ummælið 2,91 frá veljarunum uttan fyri Havnina, men tað er eisini tað besta ummælið av øllum. Hann fær besta ummælið frá veljarunum uttan fyri høvuðsstaðin, framman fyri Bjarna K. Petersen við 2,74 og Sirið Stenberg við 2,73.

Hjá kvinnuligu veljarunum klárar Bjarni seg eisini nógv best (3,24) meðan menninir halda, at Eirikur í Jákupsstovu klárar seg best, men hann liggur undir miðal, 2,91.

Loksins er tað tølini tá hugt verður eftir aldrinum. Ungu veljararnir (18 til 44 ár) halda, at Bjarni K. Petersen klárar seg best (3,08) og at Ruth Vang klárar seg verst (2,20). Meðan tey eldru (45 ár og eldri) halda, at Eirikur í Jákupsstovu klárar seg best (3,00) og Jóhan Christiansen klárar seg verst (2,43). 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder