Á tíðindafundi, sum framvegis er í Tinganesi, hevur løgmaður avdúkað, hvussu landsstýrið skal síggja út seinasta árið av valskeiðnum.
Aksel V. Johannesen gjørdi greitt, at har er breið semja í politisku skipanini um, at talið av landsstýrisfólki (við løgmanni) í mesta lagið skulu vera seks. Harvið vilja tey fylgja fyrsta tilmælinum hjá Nýskaparnevndini.
Samansetingin verður eitt sindur øðrvísi, og nøkur aðalráð verða sjálvandi størri.
Broytingarnar koma í gildi, tá hesin mánaðin er av, og samasetingin varð hon sum Norðlýsið hevði fingið upplýst fyrrapartin.
Soleiðis fer Føroya Landsstýri at síggja út frá 1. desember:
Løgmaður: Aksel V. Johannesen
Uttanríkismál (við millum annað umhvørvismálum): Sirið Stenberg
Fíggjarmál: Ruth Vang
Vinnumál - herundir fiskivinnumál: Eirikur í Jákupsstovu
Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Súsanna Bertholdsen
Almanna- og heilsumál: Margit Stóra
Harvið er greitt, at Bjarni Kárason Petersen, Djóni Nolsøe Joensen og Jóhan Christiansen skulu úr sínum sessum.
Bjarni Kárason Petersen og Djóni Nolsøe Joensen eru annars millum tey landsstýrisfólkini, sum fáa best skoðsmál - Bjarni K best av øllum sambært feskari kanning hjá Poralinum.
Jóhan Christiansen hevur verið í sessinum sum landstýrismaður fyri Fiskivinnu- og samferðslumál í undir átta mánaðir, har serliga seinasta tíðin hevur verið buldralig - við serliga málum um Strandferðsluna. Hetta snýr seg tó um eina umskipan.
Margit Stóra skiftir fyri aðru ferð hesa tingsetuna, nú umhvørsmál verða løgd undir Uttanríksráðið - Margit Stóra skal aftur ráða yvir heilsumálum, og nú verða almannamál løgd undir.
Eftir øllum at døma verður hetta fyrsta landsstýrið í søguni við fleiri kvinnum enn monnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald