Innanlands

Kirkjugarðurin í Fuglafirði skal umgravast

Hetta vegna plásstrot. Talan er um eitt arbeiði í trimum byggistigum

2025-11-04 20:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fuglafjarðar kommuna: Fuglafjarðar kommuna hevur samtykt at gamli kirkjugarður skal umgravast. Hetta vegna plásstrot.

Talan er um eitt arbeiði í trimum byggistigum. 

Tekniska deild hevur staðið fyri fyrireikingum av økinum í tøttum samstarvi við bæði Tjóðsavnið og Heilsumálaráðið.

Tjóðsavnið hevur gjørt kanningar og skannað lendið fyri fornleivdir. Endamálið við hesum kanningum var fyrst og fremst at finna møguligar leivdir av kirkjuni við Garð, sum varð niðurtikin í økinum í 1872.

Kanningarnar fevndu um loftmyndir við dronu, GPR kanningar og boriroyndir. Útfrá úrslitinum, metir fornfrøðideildin, at størst sannlíkindi eru fyri, at kirkjan hevur staðið í útnyrðingshorninum á gamla kirkjugarðinum, har ein grótrúgva liggur í dag ella møguliga í økinum ímillum hesa grótrúgvu og nútíðar portrið.

- Fornfrøðideildin mælir til, at hesi øki verða nærri kannað, ella at fornfrøðiligt eftirlit verður, tá ið grivið verður her.

Eisini Heilsustýrið og landslæknin hava verið partur av fyrireikingunum, og meta tey ikki at vandi kann standast av útgrevstrinum, grunda á aldurin á kirkjugarðinum.

Sáttmáli er gjørdur við Sp/f Voyt um 1. Byggistig, sum sambært ætlan verður liðugt 1. august 2026. Víst á tekning V(50)0.01.

[object Object]

Vísandi til tekning V(50)1.01 verða garðarnir runt kirkjugarðin allir lagaðir við gróti. Verandi grótgarður, ið verður tikin niður, verður endurnýttur í nýggju grótlagingini.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder