Innanlands

Nýggjur handil í Havn

Sport 24 Outdoor, Sirri og Østrøm fara øll at húsast undir sama taki

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2025-11-01 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrradagin lat nýggjur handil upp í søguligu hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð í Havn. Her fara Sport 24 Outdoor, Sirri og Østrøm at húsast – øll undir sama taki.

Østrøm heldur fram í verandi hølum við einum breiðum úrvali av sniðgivnum føroyskum vørum. Sport 24 Outdoor bjóðar klæðir og útgerð til frílívið, meðan Sirri m.a. selur tógv og troyggjur úr føroyskari ull.

Eitt serligt eyðkenni við nýggja handlinum er stóra vevin, sum bæði ferðafólk og skúlanæmingar fáa høvi at royna – og á tann hátt fáa innlit í føroyskan sið- og mentanararv, skrivar Tórshavnar kommuna.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder