Innanlands

Hámark fyri landsstýrisfólk skal ásetast

Nýskaparnevndin mælir til at Stýrisskipanarlógin verður broytt umframt at trý aðalráð verða niðurløgd

Ben Arabo, formaður í nýskipanarnevndini (Savnsmynd)

Ben Arabo, formaður í nýskipanarnevndini (Savnsmynd)

2025-11-04 10:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nýskipanarnevndin hevur fyrrapartin kunnað politisku skipanina um tilmælið frá nevndini, sum í fyrsta lagið snýr seg um at lækka talið á aðalráðum úr nýggju niður í seks.

Tað upplýsti Ben Arabo í samrøðu við útvarpið fyri løtu siðani.

Hann roknar við, at hetta gevur eina sparing á 20 milliónir árliga, tá uppskotið fær fullan virkna. Men Ben Arabo vísir eisini á, at ‘bremsulongdin’ er long, tí leggjast skal upp fyri eitt nú uppsagnartíð og øðrum.

Nýskipanarnevndin mælir eisini til, at stýrisskipanarlógin verður broytt soleiðis, at tað verður ásett her, at tað ikki skulu vera fleiri enn seks aðalráð í landsstýrinum. Stýrisskipanarlógin sigur í dag, at landsstýrið verður mannað av løgmanni og minst 2 landsstýrisfólkum. Nýskipanarnevndin mælir til, at orðingin í staðin verður vend til at vera hægst fimm landsstýrisfólk aftur at løgmanni.

Á tíðindafundi klokkan 14 fer løgmaður væntandi at boða frá, um hann tekur undir við hesum tilmæli, og hvørji landsstýrisfólk skulu sendast heim, um so er

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder