Innanlands

Blóðbaðið í Tinganesi í dag

Djóni Nolsøe Joensen, Jóhan Chrisansen og Bjarni K. Petersen vórðu offraðir – umframt aðalstjórarnir Eyðun Mohr Hanssen, Poul Geert Hansen og Nella Festirstein

Tríggir landsstýrismenn máttu lúta fyri sparingum í dag (Mynd: Ingi Samuelsen)

Tríggir landsstýrismenn máttu lúta fyri sparingum í dag (Mynd: Ingi Samuelsen)

2025-11-04 16:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Blóðbaðið í Tinganesi er av á hesum sinni. Offrini gjørdust – í fyrstu atløgu – tríggir landsstýrismenn, Djóni Nolsøe Joensen úr Javnaðarflokkinum, Jóhan Christiansen úr Tjóðveldi og Bjarni K. Petersen úr Framsókn og so aðalstjórarnir Poul Geert Hansen, Eyðun Mohr Hansen og Nella Festirstein, sum í løtuni standa á odda fyri ávikavist Barna- & útbúgvingarmálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum og Løgmálaráðnum.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, valdi á tíðindafundinum seinnapartin ikki at nevna við navni tey, sum nú missa sítt embæti, men heldur at nevna tey, ið sita eftir í landsstýrinum eftir 1. desember.

Tí ætlaða broytingin í landsstýrinum kemur ikki í gildi fyrr enn hesin mánaðurin er runnin.

Tveir mans og fýra kvinnur í landsstýrinum

Løgmaður, sum hevur málsøkjabýtið undir sær, boðaði frá, at frá 1. desember at rokna verða aðalráðini fimm í tali umframt Løgmansskrivstovuna. Løgmaðurin hevur sostatt fylgt tilmælinum frá nýskipanarnevndini, sum varð almannakunngjørt fyrrapartin.

Løgmansskrivstovan heldur fram óbroytt, helst við onkrum málsøki afturat, við John Rajani sum løgmansstjóra.

Hini ráðini verða:

Vinnumálaráðið, sum eisini verður eitt nú fiskimálaráð: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður. Pól Egholm (núverandi Umhvørvismálaráðið) aðalstjóri.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið: Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna. Elin Mortensen (núverandi Fiskimálaráðið) aðalstjóri

Almanna- og heilsumálaráðið: Margit Stórá, landsstýriskvinna. Bjørgfríð Ludvig (nú Heilsumálaráðið) aðalstjóri

Uttanríkis- og umhvørvismálaráðið: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna. Herálvur Joensen, aðalstjóri

Fíggjarmálaráðið: Ruth Vang, landsstýriskvinna. Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri.

Sostatt verður ovasta manningin óbroytt á Løgmansskrivstovuni, Fíggjarmálaráðnum og Uttanríkismálaráðnum, sum ikki longur er vinnumálaráð, men ístaðin umhvørvismálaráð.

Eirikur í Jákupsstovu flytir frá almannamálum til vinnu- og fiskivinnumál, Súsanna Bertholdsen flytir frá heilsumálum til barna- og útbúgvingarmál og Margit Stórá fer frá umhvørvismálum og aftur til heilsumál, og fær almannamál afturat.

[object Object]

Breið semja

Á tíðindafundinum harmaðust løgmaður og landsstýriskvinnurnar Sirið Stenberg og Ruth Vang, sum vera mann um, at tey nú mugu siga farvæl við góðar starvsfelagar. Men soleiðis er nú einaferð, tí tey kundu øll fegnast um, at tað nú veruliga verður gjørt nakað við at varðveita framtíðarvælferðarsamfelagið við at styrkja haldførið.

Og tey fegnaðust eisini um, at tað higartil hevur verið breið semja politiskt um at seta hesi tiltøk í verk. Á tingfundinum fyrrapartin eftir at innihaldið í tilmælinum frá nýskipanarnevndini gjørdist alment, kom fram, at eisini andstøðuflokkarnir allir sum ein taka undir við, at talið av aðalráðum verður skert niður í seks.

Hvussu málsøkini verða býtt er ein annar spurningur, og tí kemur tað neyvan ikki at standa í eini nýggjari stýrisskipanarlóg, hvussu málsøkini skulu býtast millum tey einstøku landsstýrisfólkini.

[object Object]

Stýrisskipanarlógin broytast

Men løgmaður upplýsti, at hann beinanvegin fer undir fyrireikandi arbeiði at gera broytingar í stýrisskipanarlógini. Við tað at broytingar í stýrisskipanarlógini skulu samtykkjast av tveimum fylgjandi løgtingum, er tað av týdningi at fáa hetta arbeiðið gjøgnumført innan eitt ár er farið, so komandi løgting kann eiga endaligu avgerðina.

Løgmaður vil ikki seta endaligt hámarkstal á enn fyri hvussu nógv aðalráð skulu vera í landsumsitingini, men nevndi tó, at alt bendir á, at tað er breið semja um, at tað skal vera eitt hámark, men um hvat talið skal vera.

Nýskipanarnevndin mælir til at broyta núverandi grein 27 í stýrisskipanarlógini soleiðis, at í staðin fyri at løgmaður skal seta ‘minst tveir landsstýrismenn aftur at sær’ í staðin kemur at standa, at landsstýrið skal vera hægs seks aðalráð, harav løgmansskrivstovan er tað eina.

[object Object]

Sparingin verður 20 mió. árliga

Nýskipanarnevndin metir, at við at fara niður á seks aðalráð kunnu sparast 15 prosent av útreiðslunum til núverandi aðalráð, tá broyttingin hevur fingið fullan virknað. Hetta svarar til áleið 20 milliónir krónur um árið.

Enn er ógreitt hvussu nógv alment sett starvsfólk, umframt aðalstjórarnir, verða send heim.

- Tað er nú upp til aðalráðini at finna fram til hvussu tey skulu arbeiða undir nýggja leistinum, og hvussu nógv fólk tey hava tørv á. Tí verður tað upp til leiðslurnar í aðalráðunum at finna fram til hvørji starvsfólk vera til yvirs, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður á tíðindafundinum í dag.

Blóðbaðið í Tinganesi í dag er fyrsta avleiðingin av arbeiðinum hjá nýskipanarnevndini, sum fór til ferka fyrst í september. Ben Arabo, formaður í nevndini, hevur boðað frá, at nevndin kemur við sínum næsta tilmæli fyrst í komandi ári.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder