Innanlands

Tveir av kendastu monnunum á Brennistøðini leggja frá sær

Mikkjal Absalonsen, sum byrjaði í 1985, og Jóann av Reyni, sum byrjaði í 1987, gevast báðir í størvum sínum á Brennistøðini

Mynd: Torshavn.fo

Mynd: Torshavn.fo

2018-06-29 21:43 Author image
Innsent
placeholder

Í dag var lítil móttøka á Ráðhúsinum í samband við at tveir av kendastu monnunum á Brennnistøðini leggja frá sær - Mikkjal Absalonsen, sum byrjaði í 1985, og Jóann av Reyni, sum byrjaði í 1987, gevast báðir í størvum sínum á Brennistøðini.

Annika Olsen, bogarstjóri, segði nøkur orð um teir báðar. Mikkjal hevur verið tekniskur leiðari á Brennistøðini, har hann m.a. hevur tikið tær av teknisku umsjónini av annleggunum, hann hevur planlagt og fyriskipað ymiskt viðlíkahald, lagt vaktarætlanir og mangt annað. 

Hann hevur sostatt staðið fyri at uppbyggja fleiri av teimum burturkastskipanum, sum vit nýta í dag, m.a. rottangaskipanina og endurnýtslu av skrottjarni og bilvrakum, fyri at nevna okkurt úr rúgvuni.

Hann hevur sera stóra vitan um rusk-bransjuna, bæði í Føroyum og í okkara grannalondum. Starvsfelagarnir siga, at hann hevur so gott minni, at hann kennir nærum hvørja Brennistøð í Danmark - og veit, hvør er driftsleiðari hvar. 

Hann hevur eisini sera nógva vitan um ymsu tøknina, sum verður nýtt í bransjuni, bæði tá tað kemur til brenning, skrott og endurnýtslu. Hann hevur altíð verið eldhugaður og álítandi í tínum dagliga virki. Starvsfelagarnir halda eisini uppá, at hann kann vera sera skemtingarsamur. 

Jóann av Reyni hevði longu fjølbroytta bakgrund, tá hann byrjaði á brennistøðini sum varaleiðari nakrar mánaðar áðrenn brennistøðin var liðug. Tað vil siga, at teir báðir Mikkjal og Jóann hava verið við frá byrjan.

Til fyri nýliga hevur Jóann havt ábyrgd av øllum tí tekniska. Hann hevur altíð verið til taks. Mikkjal og øll onnur hava kunnað ringt nær sum helst um hvat sum helst. Og hann hevur altíð funnið eina loysn.

Starvsfelagarnir halda, at Jóann er ein heilt óvanliga dugnaligur maskinmaður og teknikari. Tað sigst, at hann aldrin ikki hevur kunnað loyst ein tekniskan trupulleika, sjálvt tá talan hevur verið um stórar trupuleikar sum proffessionellir stórir veitarar ikki hava fingið at rigga. 

Ein fyrrverandi leiðari á Brennistøðini segði, at hann var "ónormalt ótrúliga arbeiðssamur". Ikki bara í sínum fasta starvi - men eisini at byggja, innrætta og smíða fyri familjuna og børnini. 

Jóann hevur herjað á til hann nú er væl yvir 70. Hann hevur altíð prioriterað Brennistøðina í fremstu røð - eisini um tað var jóladagur. Hetta má so eisini merkja, at hann hevur eina sera lagaliga konu! :)

Borgarstjórin segði seg at hava hoyrt frá fyrrverandi starvsfelaga, at tað var bara eitt einasta ting, sum kundi fáa Jóann at útseta átrokandi arbeiði - og tað var, um tað kom grind, tí tá legði hann sum ein av okkara ídnastu grindamonnum alt annað til síðis. 

- Slíkt eru menn, sum Havnini tørvar, og sum vit eru avbera glað fyri at heiðra í dag, segði Annika Olsen, bogarstjóri, millum annað, tá hon handaði teimum eina viðurkenning og takkaði fyri dugva og góða tænastu.
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder