
Føroya størsta jólaborðhald er nú næstan útselt. 81% av atgongumerkjunum eru seld, og tað merkir, at longu nú er hetta væl og virðiliga Føroya størsta jólaborðhald.
- Vit vildu gjarna gera eitt ordiliga gott og ordiliga stórt jólaborðhald, har tað verður kínt fyri staklutunum. Har karmarnir eru frálíkir, har maturin er í topp og undirhaldið er á ordiliga gott. Tí er tað fantastiskt at síggja, hvussu stórur áhugin er, sigur Tóki Skeel Nolsøe, stjóri í EpicLive, sum skipar fyri tiltaknum.
Føroya størsta jólaborðhald verður við Tjarnir 29. november. Kokkarnir í Hotel Brandan og Hafnia hava sett saman eitt stjørnutoymi, ið er klárt at gera mat til stóru fjøldina.
Undirhaldið verður levarað av RSP, Ja-Liðnum við Árna Andreasen, Niclas Hera úr Dynamit, Jón úr Grandmas Basement og fleiri øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald