
Løgreglan í Islandi kannar tvey mál um smugling av rúsevnum, sum vórðu funnin, tá Norrøna legði at í Seyðisfirði í september.
Málini snúgva seg um tilsamans 27 kilo av kokaini, ketamini og MDMA, skriva íslendskir miðlar, m.a. íslendska kringvarpið RÚV.
Fyrra málið snýr seg um sjey kilo av kokaini, og seinna málið snýr seg um fimtan kilo av ketamin og fimm kilo av MDMA. Sambært íslendsk kringvarpinum hava íslendskir myndugleikar ongantíð áður lagt hald á so nógv ketamin í einum.
Fýra fólk eru varðhaldsfongslað. Upplýst verður, at eingir teirra eru íslendingar, men at summir hava bústað í Íslandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald