
Elding Business kunnger í dag, at fyritøkan yvirtekur Arctic Import í Føroyum.
Við keypinum av Arctic Import kemur Elding Business at føra víðari ta vitan, dygdargóðu tænastu og góða vøruúrval, sum Arctic Import hevur havt á føroyska marknaðinum, verður sagt í tíðindaskrivi.
Arctic Import Sp/f hevur verið partur av danska samtakinum Arctic Import AS, sum hevur stórt handilsvirksemi serliga í Grønlandi. Síðstu 25 árini hevur Arctic Import AS eisini havt týðandi handilsvirksemi í Føroyum, bæði innan non-food og food partin.
Thomas Hjort, samtaksstjóri í Arctic Import AS í Danmark, sigur, at avgerðin at selja hevur verið torfør, men hann metir, at Elding Business er tann rætti keyparin bæði fyri starvsfólk og viðskiftafólk hjá Arctic Import Sp/f.
Valið av Elding Business sum keypara kemst serliga av, at virðisgrundarlagið hjá báðum fyritøkunum er tað sama, sum er at veita dygdargóða tænastu og vørur til vinnukundar í Føroyum. Umframt at Elding Business hevur greiðar vakstrarætlanir í Føroyum, bæði á partinum hjá Arctic Import og hjá Elding Business.
Levi Winther, virkisstjóri í Elding Business, sigur, at keypið er ein spennandi liður í víðkanini av vøruúrvalinum hjá bæði Elding Business og Arctic Import Sp/f.
Arctic Import Sp/f kemur fyrstu tíðina at halda fram sum áður við sama navni og starvsfólkum, tó í tøttum samstarvi við Elding Business.
Endaliga avtalan um keypið er treytað av góðkenning frá Kappingareftirlitinum.
Í sambandi við keypið av Arctic Import Sp/f hava partarnir avgjørt ikki at upplýsa keypsprísin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald