2025-10-16 08:35

Seint sunnukvøldið varð ein maður funnin bløðandi og uttan vit uttanfyri Tórshøll í Havn, og í hesum sambandi sóknaðist løgreglan eftir vitnum.
Eftir at hava fingið frágreiðing frá vitnum hevur løgreglan nú staðfest, at maðurin hevur verið útsettur fyri harðskapi, og løgreglan hevur eisini illgrunna til ein mann í hesum sambandi.
Maðurin er undir illgruna fyri at hava framt harðskap móti tveimum persónum seint sunnukvøldið. Leitað hevur verið eftir viðkomandi, men higartil hevur løgreglan ikki fingið fatur á honum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald