Innanlands

12 umsóknir til starvið sum stjóri í Heilsustýrinum

Heilsumálaráðið fer nú undir at viðgera umsóknirnar

Bjarni á Steig hevur verið stjóri í Heilsustýrinum seinastu árini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bjarni á Steig hevur verið stjóri í Heilsustýrinum seinastu árini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-16 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herfyri varð søkt eftir nýggjum stjóra til Heilsustýrið, nú setanartíðarskeiðið hjá verandi stjóra gongur út, og Heilsumálaráðið hevur fingið 12 umsóknir til starvið.

Freistin at søkja var í gjár, 15. oktober.

Talan er um bæði kvinnur og menn, sum hava søkt, skrivar Heilsumálaráðið, sum í næstum fer undir at viðgera umsóknirnar.

Nýggi stjórin í Heilsustýrinum fær ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av stovninum, sum er ein sjálvstøðugur myndugleikastovnur undir Heilsumálaráðnum. Heilsustýrið hevur høvuðsuppgávuna at skipa og menna heilsufakliga økið í Føroyum og at veita granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum.

Bjarni á Steig hevur verið stjóri í Heilsustýrinum seinastu árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder