
Skúlablaðið: Skúlabygningurin frá 1929 við Gøtugjógv er karmur um móttøkuflokkin í Eysturkommunu. Hvønn morgun í vikuni møta átta næmingar til undirvísing í skúlastovunum í miðhæddini. Byrjað verður við, at allir næmingarnir eru saman, og so verður tosað um ymiskt, sum savnar teir allar. Henda morgunin, vit eru á vitjan, er mánamorgun, og tosað verður um, hvat øll hava gjørt í vikuskiftinum. Lærararnir, sum eru tveir ein part av tíðini, royna at fáa allar næmingarnar til orðanna. Teir spyrja fyrst á føroyskum og taka síðan uppaftur á enskum ella øvut. Summir koyra hondina oftari upp enn aðrir, men øll eru við, og tað er sjón fyri søgn, at næmingarnir kýta seg at lurta og svara.
Eftir ein hálvan tíma ella so fara næmingarnir í tveir bólkar, sum eru býttir sundur eftir, hvussu teir eru fyri í føroyskum. Henda morgunin er navnorð evnið í øðrum bólkinum, meðan hin bólkurin roynir myndaorðabókina, sum er á undirvísingarportalinum Snar. Hóast næmingarnir eru býttir sundur eftir, hvussu væl áleiðis teir eru komnir at ogna sær málið, er týðiligt, at summir eru betur fyri enn aðrir.
- Undirvísingin er rættiliga miðvís. Eg eri ovfarin av, hvussu skjótt teir læra, tá ið vit hugsa um, at hetta eru næmingar, sum nýliga eru komnir til Føroya, sigur Atli F. Johansen, skúlastjóri.
Næmingarnir koma úr fimm londum: Danmark, Rumenia, Niger, Etiopia og Filipsoyggjum. Talan er um fimm gentur og tríggir dreingir, tann yngsti í fjórða flokki og tann elsti í sætta.
Skúlin í Eysturkommunu og Fuglafjarðar skúli samstarva um móttøkuflokkin. Skúlastjórin í Skúlanum í Eysturkommunu er onga løtu í iva um, at móttøkuflokkurin er gott tilboð til næmingarnar.
- Eg eri als ikki í iva um, at næmingarnir læra skjótari føroyskt í móttøkuflokkinum samanborið við, um teir ikki fingu hetta tilboðið. Teir fara allir í hvør sín heimaflokk eftir undirvísingina í móttøkuflokkinum hvønn morgun, og har læra teir sjálvsagt eisini nógv bara við at vera saman við børnum, sum tosa føroyskt, men í heimaflokkinum fáa teir ikki eyka undirvísing í føroyskum. Tað er sjálvsagt ymiskt, hvussu teir eru fyri fakliga av tí sama.
- Tað er avbjóðandi hjá næmingunum sjálvum, hjá hinum næmingunum í flokkinum og sjálvandi eisini hjá læraranum, sum skal fevna um allar næmingarnar og røkka øllum, bæði tá ið talan er um tað fakliga og trivnaðarliga. Summir teirra eru so mikið gamlir, at tað skrivliga telur meiri og meiri, og tað er vanliga tað skrivliga, sum seinast kemur upp á pláss. Er spjaðingin stór, tá ið talan er um at læra at tosa, er hon uppaftur størri, tá ið tað kemur til at skriva.
Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald