Mentan

”Water Music” hjá Händel í Klaksvík

Konsertin verður við Kamerata Føroyar, sum er eitt nýtt verkætlanargrundað kamarorkestur

G. F. Händel

G. F. Händel

2023-08-08 12:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hóskvøldið verður ein forkunnug klassisk konsert á Skúlatrøð í Klaksvík, tá Kamerata Føroyar fer at spæla tónleik eftir Georg Friedrich Händel.

Kamerata Føroyar er eitt verkætlanargrundað kamarorkestur, samansett av amatørum, framkomnum næmingum, og professjonellum tónleikarum. Tey framføra uttan orkesturleiðara, og eksperimentera við repertoire og útseting fyri ljóðføri.

Til júst hesa stuttu konsertina á Skúlatrøð 10.august, fara tey at framføra útvald brot av “Watermusic” hjá Händel.

Watermusic varð skrivað í 1717 til George kong fyrsta av Stórabretlandi, tá hann bílegði eina konsert sum skuldi frumframførast á einum stórum skemtiferðarbáti, á ánni Thames í London.

Konsertin við Kamerata Føroyar verður hóskvøldið kl.20. Konsertin er fyriskipað í samstarvi við Mentanarhúsið Varpið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder