Innanlands

Eftirlønarskatturin fellur til landskassan frá 2029 og kommunur fáa afturbering fyri skattafríar almennar pensjónir

Hetta eru millum høvuðstilmælini hjá arbeiðisbólkinum, sum hevur gjørt nýggjar fíggjarleist til eldraøkið fram til 2040 - tá verða rakstrarútreiðslurnar væntandi 40 prsent størri.

2026-11-26 15:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Okkurt skal gerast við aldurssamansetingina í Føroyum og við eldraøkið sum heild.

Hetta hevur verið ein sannroynd í eina tíð, og hvat ger politiska skipanin, tá man skal nærkast einari loysn ella byrja at hugsa um tað: Man setur ein arbeiðsbólkur

Hesin bólkurin við starvsfólkum úr Fíggjarmálaráðnum og Kommunufelagnum hevur seinastu tíðina arbeitt við støðuni, og hevur nú handað landsstýrismanninum í fíggjarmálum tilmæli um, hvussu eldraøkið kann fíggjast fram til 2040.

Sambært útrokningum og forsøgnunum skulu umleið 300 millónir árliga, í dagsins virði finnast afturat. 

- Eldraútreiðslurnar fara at vaksa nógv komandi árini, tí fleiri gerast eldri. Roknað verður við, at rakstrarútreiðslurnar verða 40% størri í 2040, enn tær eru í dag. Neyðugt verður tí at útvega kommununum tað, sum í dag samsvarar við 300 milliónir krónur árliga í nýggjum inntøkum í 2040, skrivar fmr.fo.

Trý høvuðstilmæli

Arbieðsbólkurin hevur serliga trý ting, sum tey vísa á skulu gerast - ella ikki gerast.

Tað fyrsta er, at Eftirlønarskatturin fellur til landskassan frá 2029, og kommunurnar fáa í staðin ein stuðul, sum árliga verður javnaður við almennu sáttmálalønunum.

Afturberingin fyri serskattaskipanir skal varðveitast. Síðani verða útbygd soleiðis, at kommunurnar frameftir eisini fáa afturbering fyri skattafríar almennar pensjónir.

Tað síðsta er, at botnfrádrátturin í kommunuskattinum verður óbroyttur til 2040.

Umframt høvuðstilmælini hevur arbeiðsbólkurin millum annað eisini gjørt tvey onnur møgulig uppskot, upplýsir Fíggjarmálaráðið.

Tilmælini verða nýtt sum grundarlag undir komandi samráðingum millum landið og kommunurnar um ein nýggjan fíggjarleist til eldraøkið.

Frágreiðingin kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder