Innanlands

Afturkalla müslibarrir orsakað av metalpettum

Orsakað av einum tekniskum breki hjá einum undirveitara er vandi fyri, at metalpettir eru í einari sending av "Corny 0% Added Sugar Chocolate".

(Mynd: Heilsufrøðiliga starvsstovan)

(Mynd: Heilsufrøðiliga starvsstovan)

2026-11-26 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hero Denmark ApS afturkallar nú eitt slag av müslibarrum, sum eru seldar í føroyskum handlum.

Talan er um "Corny 0% Added Sugar Chocolate", sum er selt í pakkum við seks lítlum barrum á 20 gram - 120 gram tilsamans. Vøran er best fyri 10. september 2027.

Orsakað av einum tekniskum breki hjá einum undirveitara er vandi fyri, at metalpettir eru í müslibarrunum.

Metalpetti kunnu elva til skaðar í munninum, svølginum og sodningarleiðini, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir borgarum sum hava hesa vøru, at lata hana inn aftur, haðani hon er keypt ella at beina hana burtur.

[object Object]
(Mynd: Heilsufrøðiliga starvsstovan)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder