Býráðssamgongan í Tórshavnar kommuna hevur í dag endað samstarvið við Javnaðarflokkin.
Hetta sigur Elsa Berg, borgarstjóri, í fráboðan fyri løtu síðan.
- Nógv góð og spennandi mál skulu avgreiðast restina av hesi setuni, og neyðugt er at kunna at brúka orkuna uppá hesi mál til gagns fyri kommunu og borgara.
- Farið verður víðari við góðum treysti, borgarunum at frama.
Tað var fyri viku síðan, at ein býráðsfundur endaði í ruðuleika. Hetta var tá býráðið skuldi taka støðu til gegnið hjá Bergi Robert Dam Jensen, býráðslimi í Tjóðveldi. Fyrst valdi andstøðan at fara av fundi og síðani fóru Heðin Mortensen og Bergur Robert Dam Jensen eisini av fundinum, og býráðið var tískil ikki viðtøkuført.
--
Her sæst ein partur av ruðuleikanum í síðstu viku:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald