Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, hevur sett Michael Vestergaard Thomsen í starvið sum varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum.
Hesum boðar Heilsumálaráðið frá á heimasíðu sínari.
Um nýggja læknan skrivar aðalráðið soleiðis:
Michael Vestergaard Thomsen er 62 ára gamal og útbúgvin lækni frá Odense Universitet í 1993. Hann gjørdist serlækni í plastikkirurgi í 2006 og hevur breiðar læknafakligar royndir innan skurðøkið, millum annað innan ortopædkirurgi, abdominalkirurgi, urologi og gynækologi.
- Hann hevur eisini drúgvar leiðsluroyndir. Seinastu 10 árini hevur hann starvast sum cheflæge á Deildini fyri Plastikkirurgi og Brunasársviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum. Deildin fevnir um fýra fakøki og hevur umleið 120 starvsfólk. Harumframt hevur hann leiðaraútbúgving frá Ríkissjúkrahúsinum og hevur tikið eitt modul í Master of Public Governance á Copenhagen Business School.
Michael Vestergaard Thomsen tekur við starvinum 1. februar 2027.
Tvær umsóknir vóru til starvið.
Tummas í Garði hevur røkt tað í nógv ár, men hann fór frá fyrr í ár og virkar nú sum lækni.
![]()
Tummas í Garði (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald