Skúlablaðið/Jákup Bogi Joensen: Tá ið næmingar skulu mentast og læra at taka ábyrgd, er álit betri enn eftirlit.
Tað heldur Høgni Joensen, sum í ein mansaldur hevur virkað sum lærari og seinastu 18 árini sum skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt. Nú hevur hann lagt frá sær.
Hann gjørdist stjóri, tá ið skúlin kom í 2008, og hevur samvitskufult røkt starvið øll árini.
Men nú er liðugt, og tann 1. september fór hann frá. Eitt nýtt tíðarskeið er tí byrjað, bæði í søgu skúlans og í lívinum hjá Høgna.
Skúlin við Løgmannabreyt er serstakur - stórir flokkar við fleiri lærarum hava fyrimunir við sær
Vit hava hitt Høgna Joensen til eitt prát um lærarayrkið og stjórastarvið, um skúla fyrr og nú, og um tær stórur broytingarnar, sum hava verið hesa hálvu øldina, hann hevur virkað í yrkinum.
Hann dylur ikki fyri, at skúlin við Løgmannabreyt er hansara hjartabarn.
– Eg helt tað vera eina ógviliga spennandi uppgávu at sleppa at forma ein skúla frá byrjan og byggja upp eina mentan. Tað hevur verið áhugavert, og eg havi trivist ógviliga væl øll árini. Til tíðir hevur tað verið avbjóðandi, treyðugt so, men sum heild hevur tað gingið væl.
Skúlin við Løgmannabreyt hevur í mangar mátar verið øðrvísi enn aðrir skúlar og hevur stundum roynt ymisk átøk, ið aðrir skúlar ikki hava gjørt – ella eru farnir burtur frá aftur. Eitt dømi er, at Skúlin við Løgmannabreyt hevur hildið fast um stórar flokkar við 44 næmingum og tveimum ella fleiri lærarum í hvørjum flokki.
– Tað lá í projektinum, tá ið eg tók við sum stjóri. Tað er ikki eitt hugskot, sum eg eri komin við. Tað var eitt hugskot, sum varð roynt í øðrum skúlum frammanundan, tó bert í innskúlingini, men flestu skúlar eru farnir burtur frá aftur teirri royndini. Vit hava hildið fast øll árini og fyri allar flokkar, heilt upp í 9. flokk, og tað hevur eydnast væl.
Høgni sigur, at tað vóru fleiri ivingarsamar røddir frammi í kjakinum um stórar flokkar. Serliga bygdu ivin og óttin á, um næmingarnir fingu nakað burtur úr undirvísingini í so stórum flokkum.
– Fleiri halda, at tað sita 44 næmingar í eini skúlastovu. Men so er ikki. Næmingarnir verða sum oftast býttir í smærri bólkar, ofta í fýra bólkar, og fáa nógv burtur úr undirvísingini. Munurin er, at í stórum flokkum eru fleiri lærarar og fleiri eygu at síggja næmingarnar, og tað er avgjørt ein fyrimunur. Um tað er onkur næmingur, sum hevur tørv á einum práti ella hjálp av onkrum slagi, kann ein lærari altíð fara út úr flokkinum við viðkomandi næmingi, uttan at tað órógvar undirvísingina annars, tí tað eru aðrir lærarar til staðar, ið kunnu lofta undirvísingini.
Skúlin við Løgmannabreyt er samstundis einasti skúli í landinum, sum er eftirmettur av skúlamyndugleikunum. Tað var gjørt fyri fimm árum síðani, og úrslitini vóru góð. Skúlin stendur seg væl, næmingarnir tað sama, og tað fegnast fráfarandi stjórin um.
Tað hevur eyðkent Skúlan við Løgmannabreyt, at hann undir leiðslu Høgna hevur torað at gingið egnar leiðir og verið nýskapandi á fleiri økjum. Til dømis hevur skúlin í fleiri ár havt ein sokallaðan útiskúla. Ein skúla – ella ein flokk – sum í stóran mun hevur náttúruna og útilív sum karm um undirvísingina. Tað er eitt átak, sum hevur riggað avbera væl og givið næmingunum nógv, heldur Høgni.
Opnar dyr í fimleikahøllini - og eingin klokka
Somuleiðis er skúlin vorðin kendur fyri at hava skapt góðar karmar til teirra, ið ynskja at íðka ítrótt.
– Vit tóku avgerð um at lata fimleikarhøllina upp fyri næmingunum hvørt fríkorter. Tað var ein røtt avgerð, tí hon verður nógv brúkt av næmingunum og er til stóra gleði hjá nógvum, sigur Høgni.
Hann vísir á, at hugskotið og íblásturin hevði hann fingið á ferðum í øðrum londum, eitt nú í Íslandi, Noregi, Svøríki, Danmark, Skotlandi og Írlandi. Tað var, tá ið hann eitt skifti starvaðist á mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu og hevði skúlamál um hendi.
– Í teimum londunum er tað púra vanligt, at fimleikahallirnar eru opnar í fríkorterunum, og tað hevur eisini víst seg at vera til stóra gleði hjá okkum. Eg skilji, at fleiri skúlar hava tikið táttin upp, sigur Høgni.
Eitt sereyðkenni er tó við Skúlanum við Løgmannabreyt, sum ikki er á øðrum skúlum. Har er nevniliga eingin klokka, sum ringir inn og út úr tímanum. Tað verður bara rópt á næmingarnar ístaðin, og tað hevur riggað avbera væl, sigur fráfarandi skúlastjórin.
– Hugsanin við tí er at menta næmingarnar, so teir læra at taka ábyrgd. Tað byggir í stóran mun á álit heldur enn eftirlit, sigur Høgni og grundgevur víðari, at álitið hevur verið eitt afturvendandi lyklaorð í hansara fatan av skúla og búgving av næmingum.
– Reglur er góðar at kenna. Men álit er betri í praktiskari skúlagongd, sigur Høgni.
Les alla greinina, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað, í Skúlablað nr 5, 2026
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald