Ymiskt er nær várgróðurin byrjar á føroyska landgrunninum, og hendan “timing” hevur avgerðandi týdning fyri vistskipanina á grunninum. Í nýggjari vísindaligari grein verður greitt frá, hví gróðurin byrjar seinni, tá kalt er í veðrinum um várið.
Landgrunnurin kann býtast upp í altíð vælblandaða “Innara Landgrunn” og “Ytra Landgrunn”, sum gerst lagbýttur um várið og summarið. Greinin vísir hvussu sjóvarfalsfronturin, sum skilmarkar nevndu økir, flytur seg eftir árstíðini, og lýsir hvussu hetta ávirkar gróðurin á Innara Landgrunni.
Um veturin er fronturin lutfalsliga langt úr landi, meðan hann um várið, tá hiti kemur í luftina og Ytri Landgrunnur gerst lagbýttur, finnur eina aðra legu nærri landi.
(Mynd: Miðal lega hjá sjóvarfalsfrontinum (blá strika) og økið, sum sjóvarfalsfronturin vanliga flytur seg í (brotnar bláar strikur). Linjan, sum gongur úr Skopunarfirði til Skeiva Banka, vísir hvar mátingar, sum eru brúktar til at undirbyggja greinina, eru gjørdar.)
Ástøðið í greinini lýsir, hvussu øking í plantuæti er treytað av nóg nógvum ljósi, og hvussu hetta at sjóvarfalsfronturin flytur seg nærri landi, broytir lívfrøðiligu umstøðurnar á Innara Landgrunni, soleiðis at líkindini hjá plantuæti at vaksa, gerast betri og gróðurin kann byrja.
(Mynd: Mátingar av plantuæti (litirnir) og evnisvekt (svartar linjur), gjørdar eftir svørtu linjuni á Mynd 1, 31. mars og 15. mai 2017. Broytingin í evnisvekt vísir, at sjóvarfalsfronturin hevur flutt seg. Á ovaru myndini er fronturin umleið 50 km úr landi og lítil gróður er í sjónum. Á niðaru myndini er fronturin umleið 25 km úr landi, Ytri Landgrunnur er lagbýttur, og nógvur gróður er at síggja á Innara Landgrunni.)
(Mynd: Nøgdin av plantuæti í Skopunarfirði á vári 2017. Plantuætið fór at økjast um 1. mai. Út frá øðrum mátingum er greitt, at fronturin fann sær nýggja legu nærri landi um mánaðarskiftið apríl-mai.)
At sjóvarfalsfronturin flytur seg nærri landi merkir, at rúmdin av sjógvi í Innara Landgrunni minkar og at miðal nøgdin av ljósi í hesum øki økist, og sostatt kann gróðurin rættuliga koma fyri seg. Av tí at tað er hitin í luftini, sum er avgerandi fyri nær hetta hendir, er greitt, at jú seinni hitin kemur, jú seinni byrjar gróðurin og umvent. Greinin viðgerð bara byrjanina á gróðrinum, og viðgerð ikki tøðevnistrot, sum skjótt kemur í, aftaná at gongd er komin á gróðurin, skrivar Havstovan.
Vísindaliga greinin, sum er skrivað av Sólvá Káradóttir Eliasen, Hjálmari Hátún, Karin Margrethu H. Larsen, Helgu Báru Mohr Vang og Till Andreas Soya Rasmussen, hevur heitið The Faroe shelf spring bloom onset explained by a ‘Critical Volume Hypothesis’ og er kunngjørd í tíðarritinum Journal of Marine Systems.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald