Innanlands

Vaksandi tal av tilburðum

Endaliga kanningarúslitið fyri mánadagin er nú tøkt. 13 koronatilburðir vóru staðfestir, og nú eru tilsamans 114 føroyingar sum hava smittuna

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-08-12 22:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kanningarúrsltið fyri mánadagin er nú tøkt, og greitt er at 13 tilburðir vóru staðfestir.

Talið av staðfestum tilburðum er bara voksið seinastu dagarnar, og tað eisini sæst í yvirlitinum niðanfyri. 

Hóast fleiri enn 1000 royndir, sum vórðu gjørdar í gjár, ikki eru greinaðar enn, hevur Landslæknin longu staðfest 3 tilburðir. Enn er endaliga kanningarúslitið fyri í gjár ikki tøkt enn.

Heitt verður tí á øll um at vísa serligt varsemi, til øll kanningarúrslit eru tøk, siga heilsumyndugleikarnir.

 

placeholder
placeholder