2026-11-19 07:47
Enn er ógreitt hví eldur í gjárkvøldið kom í timburgoymsluna hjá skipasmiðjuni MEST á Skála. Og enn ber ikki til at kanna staðið nærri, tí sløkkiliðsfólk framvegis eru á staðnum og eftirsløkkja húsið, sum ikki er kólnað enn, verður upplýst av løgreglustøðini.
Tað var um hálvgun seks tíðina í gjárkvøldið, at boðini komu um eldin. Nakað fyri klokkan tíggju kundi sløkkiliðið boða frá, at at tey høvdu tamarhald á eldinum. Sløkkiliðið hevur arbeitt í alla nátt við eftirsløkking.
Løgreglan dugir ikki at siga, um eldurin hevur elvt til skaðar á aðrar ognir á og hjá skipasmiðjuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald