Innanlands

Jenny Østerø í Jákupsstovu útbúgvin serlækni í almennum medisini

Klaksvíkskvinnan hevur tikið útbúgvingina í fýra og eitt hálvt ár - á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini.

Frá vinstru, Elin Holm, yvirlækni og forkvinna í Útbúgvingarnevndini á Landssjúkrahúsinum, Gunnvá Guttesen, varastjóri, Jenny Østerø í Jákupsstovu, serlækni í almennum medisini og Turid Holm Johannessen, kommunulækni og útbúgvingarsamskipari í almennum medisini (Mynd: Landssjúkrahúsið)

2026-11-19 15:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Enn ein føroyskur kommunulækni er útbúgvin.

Talan er um Jenny Østerø í Jákupsstovu, sum hevur tikið 4 ½ ára serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini.

Landssjúkrahúsið upplýsir, at Jenny fyrst hevur verið hjá kommunulækna Arnhold Jensen, Læknamiðstøðin við Sandin í Klaksvík, í nøkur ár. Tað seinasta árið hevur hon verið í Læknaviðtaluni í Fuglafirði hjá Kristu Jørmundsson, kommunulækna.

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.

Í løtuni eru 15 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Tríggir læknar verða eftir ætlan lidnir í 2027, í apríl og í september, upplýsir Sjúkrajúsverkið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder