USA, Kina og Russland hava felags áhuga í at støðga krígnum í Ukraina.
Tað segði russiski forsetin, Vladimir Putin, á tríparta toppfundinum millum leiðarnar í teimum trimum londunum, sambært AFP.
- Lond okkara hava nógv felags áhugamál, tá tað snýr seg um at loysa økisstríð. Hetta er sjálvandi eisini galdandi fyri ósemjuna í Ukraina, varð sagt.
Forsetin legði afturat, at londini hava ‘felags ábyrgd’ fyri at varðveita altjóða frið og trygd.
Putin kom ikki nærri inn á, hvussu ósemjurnar, herundir kríggið í Ukraina, skulu loysast, ella hvussu altjóða friðurin kann varðveitast.
Viðmerkingin var vend móti amerikanska forsetanum, Donald Trump, og kinseiska forsetanum, Xi Jinping.
![]()
Leiðararnir fyri heimsins stórveldi við fundarborðið í Shenzhen (Mynd: Vyacheslav Prokofyev/Reuters/Ritzau Scanpix)
Kinesiski forsetin er í dag vertur fyri trýpartafundin í kinesiska stórbýnum, Shenzhen.
Xi Jinping nevndi ikki Ukraina beinleiðis.
- Søgan vísir, at tað er friður í heiminum, tá stórveldini liva í sátt og semju. Tá tey stóru veldini bresta saman, gerst ófriður í heiminum, segði hann.
Putin forseti segði í byrjanini av fundinum, at hesi trý londini hava møguleika fyri at skapa frið, um tey megna at samstarva.
Talan var um ein søguligan fund millum hesar tríggjar heimsleiðararnar.
Hetta var fyrsta ferðin at leiðararnir frá heimsins trimum stórveldum vóru savnaðir kring sama fundarborð.
Fundinum var opin fyri miðlunum í umleið tíggju minuttir – síðan hildu samráðingarnar fram handan stongdar dyr.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, vísti á, at londini hava eina røð av sjónarmiðum, sum stríðast móti hvørjum øðrum, men helt, at fundurin gav møguleika fyri at viðgera týðandi mál.
Trump vísti eisini á, at leiðararnir nú fóru at viðgera støðuna í heiminum, og segði.
- Friður er ongantíð skaptur við at forða fyri møguleikanum at tosa saman.
Bæði Ukraina og Iran eru á dagsskránni. Eisini fara teir tríggir leiðararnir at viðgera kjarnorkuvápn, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald