2026-11-19 12:30
Ein felags yvirlýsing er nú kunngjørd eftir søgula fundin í Shenzhen í Kina millum Xi, Putin og Trump.
Fýra punkt er í yvirlýsingini ‘hjá ríkisleiðarunum um frið’:
- Skipa ST av nýggjum: Sum fastir limir í ST trygdarráðnum plikta londini seg til broyta ST. Tað skal tryggja altjóða frið og trygd
- Oljuframleiðslan skal økjast: Londini plikta seg til at økja um framleiðsluna og útboðið av oljuførum ‘til gagns fyri allar tjóðir’.
- Altjóða revsidómstólurin, ICC: Leiðararnir eru samdir um, at altjóða felagsskapir, so sum ICC ‘ikki mugu misbrúka sítt rættardømi (jurisdiktión)’ – órinið hjá statsmonnum skal virðast.
- Kjarnorkukríggj: Teir staðfesta allir tríggir, at eitt kjarnorkukríggj ikki kann vinnast og aldri má byrja. Londini fara framyvir ‘at tosa saman um at minka um kjarn’rkuváððan' og forða fyri at kjarnorkuvápn verða útbreidd.
Fundurin millum teir tríggjar endaði fyrrapartin, og miðlarnir skriva, at amerikanski forsetin, Donald Trump longu er farin úr Kina í sínum forsetaflogfari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald