Uttanlands

Nýtt álop móti Krim-brúnni

Nú er komið fram, at minst tvey fólk doyðu, tá brúgvin varð álopin týsnáttina.

(Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-19 08:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aftur í nátt var brúgvin, ið bindir hersettu Krim hálvoynna við Russland rakt av álopi. Tað upplýsir guvernørurin í Krim, Sergej Aksjonov, sambært AFP á boðtænastuni Telegram.

Álopið kom tvey samdøgur eftir, at brúgvin fekk stóran skaða av ukrainskum álopum.

- Ferðslan á brúnni er fyribils støðgað eftir nýggj álop á Krimbrúnna. Viðkomandi tilbúgvingarlið er á veg til staðið. Kannað verður hvussu umfatandi skaðarnir eru, skrivar Sergej Aksjonov, sambært AFP.

Í nátt hoyrdist einki um, at nakar hevði fingið skaða í álopinum. Russiskir myndugleikar upplýsa annars, at tveir persónar lógu eftirá, tá brúgvin varð rakt týsnáttina.

Myndir av brúnni vísa, at brúgvin fekk stóran skaða av álopunum fyrr í vinuni, skrivar Ritzau.

Tann umleið 19 kilometrar langa brúgvin er dupult og førir bæði bilaferðslu og tok. Eftir øllum at døma hevur jarnbreytaferðslan verið tarnað síðan álopið.

Brúgvin hevur stóran týdning fyri Krim hálvoynna. Hon verður mett at vera ein prestisjuverkætlan fyri Vladimir Putin, forseta. Hann var sjálvur til staðar, tá brúgvin lat upp í 2018, smá fýra ár eftir, at russiski herurin hertók hálvoynna.

Russiskir myndugleikar boðaðu týsdagin frá, sambært Reuters, at teir nú kanna álopið á brúnna sum yvirgang.

Ukraina hevur fleiri ferðir havt brúnna sum mál fyri rakett- og dronuálopum, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder