Innanlands

Tórshavnar kommuna letur 800.000 kr til Havnar Sjónleikarfelag

Formlig samstarvsavtala er gjørd við Havnar Sjónleikarfelag fyri aðru ferð

Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari hjá Tórshavnar kommunu, Birgir Djurhuus, kassameistari í Havnar Sjónleikarfelag, Karin Djurhuus, forkvinna í felagnum, Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini og varaborgarstjóri, og Hanna Flóvinsdóttir, nevndarlimur í Havnar Sjónleikarfelag

2018-07-03 19:46 Author image
Oda Strøm

Tórshavnar kommuna og Havnar Sjónleikarafelag hava gjørt nýggja samstarvsavtalu um virksemið fyri 2018/19. Kommunan hevur í mong ár stuðlað Havnar Sjónleikarfelag, men hetta er annað árið á rað, at slík formlig avtala er gjørd, sigur kommunan. 

Sambært Tórshavnar kommunu er avtalan gjørd fyri at stuðla og menna samstarvið millum felagið og kommununa.

Kommunan letur 800.000 kr. í stuðli í ár til felagið, ið m.a. fer til at halda søguríka bygningin, umframt til tiltøk o.a. Ætlanin er, at avtalan skal eftirmetast, og samstundis verður eisini støða tikin til møguliga endurnýggjan av avtaluni og tilhoyrandi virksemi og tiltøk avtalað fyri komandi árið.

placeholder
placeholder