Í kvøld hevur býráðið í landsins størstu kommunu aðru viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2027.
Og Tórshavnar kommuna hevur havt so mikið nógv fleiri inntøkur í ár, at býráðið nú hevur 88 milliónir krónur meira at ráða yvir.
Kringvarpið skrivar, at inntøkumetingin vísir hetta, og at tað kemst serliga av kommunuskatti, felagsskatti og skatti av eftirlønargjøldum, sum hava givið meira enn væntað.
Semja er um at nýta slakar 80 milliónir av hesum til íløgur og rakstur.
Her eru skúli á Argjahamri, vøggustova í Kollafirði, fjallasúklubreyt til Oyggjaleikirnar og annað á breddanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald