Innanlands

Tikin við rúsevnum uppi á sær

Talan var um 25 gram av hassji, 3,7 gram av ketamini, hassjmiks og aðra útgerð.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-10-24 10:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt bleiv ein persónur tikin við rúsevnum uppi á sær.

Viðkomandi, sum bleiv steðgaður av løgregluni í býnum, vísti seg at hava hassjmiks, 25 gram av hassji og 3,7 gram av ketamini. Eisini hevði viðkomandi reiðan pening og aðra útgerð, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Persónurin varð handtikin og skuldsettur, og eisini rannsakaði løgreglan bústaðin hjá honum, og har varð meira hassjmiks funnið. Hann bleiv leyslatin aftur í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder