Í november verða samráðingar millum Ukraina, Russland og USA tiknar uppaftur, sigur ukrainski forsetin Voldoymyr Zelenskyj.
Hann sigur, at ukrainsk, russisk og amerikonsk semingsfólk hittast í Abu Dhabi í fyrru helvt av november.
Ein líknandi fráboðan er komin frá Dmitrij Peskov, sum er talsmaður hjá russiska forsetanum, Valdimir Putin.
Fráboðanirnar koma, eftir at serliga amerikanska sendifólkið, Steve Witkoff hesa vikuna hevur hitt bæði ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj og russiska forsetan, Vladimir Putin, skrivar Ritzau.
Týsdagin hittust Witkoff og Zelenskyj í norska høvuðsstaðnum Oslo. Á fundinum luttók eisini finski forsetin, Alexander Stubb og norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre.
Mikudagin hittust Witkoff og Putin í russiska býnum Sankta Pætursborg.
Zelenskyj sigur, sambært Reuters, at ætlanin er at hava samráðingarnar so tíðliga sum gjørligt, og vónar hann, at tær kunnu slóða fyri einum fundi á leiðarastøði.
Ukrainski forsetin sigur, at tað er umráðandi at halda fram við diplomatiska samskiftinum fyri at fáa eina vápnahvíld og ein enda á krígnum millum Russland og Ukraina, sum byrjaði fyri nærum fimm árum síðan.
Zelenskyj leggur afturat, at Evropa eisini eigur at verða partur av samráðingunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald