Innanlands

Koyrdi 151 km/t millum Gøtudal og Fuglafjørð

Fyri hetta missir bilførarin koyrikortið trytaleyst. Fimm aðrir bilførarar fingu klipp og bót fyri at tosa í telefon, meðan tey koyrdu, hósdagin.

2026-10-23 07:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgreglan hevði fleiri mál um ferðslu í gjár, hósdagin 22. oktober.

Sambært vakthavandi fingu fimm fólk klipp og bót fyri at halda í telefonini, meðan tey koyrdu. Trý av hesum vóru í høvuðsstaðarøkinum, meðan tvey vóru í Eysturoynni.

Ein sætti persónur varð tikin fyri at traðka og hart á spitarana - og her bar av.

Talan var um bilførara, sum varð máldur til at koyra 151 km/t á vegnum millum Fuglafjørð og Gøtudal. 

Fyri slíkt fær ein ikki bert bót og eitt klipp: Koyrikortið varð tikið treytaleyst - á staðnum. 

Harvið skal viðkomandi til nýggja roynd og so framvegis.

Eitt lítið ferðsluhóhapp hendi í Hoyvík hósdagin. Talan var um ein bil ið rullaði á ein annan bil. Eingin stórsvegis skaði var tó vegna hendingina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder