Innanlands

Í Havn velja tey til vinstru – uttan fyri Havnina til høgru

Borgarligu flokkarnir høvdu staðið enn sterkari í dag, um vit høvdu varðveitt gomlu valdømini, vísir veljarakanningin hjá Portalinum.

Fólkafloksfólk savnað í Havn á valkvøldinum til fólkatingsvalið. Tað er uttan fyri Havnina, at flokkurin fær flestar atkvøður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Fólkafloksfólk savnað í Havn á valkvøldinum til fólkatingsvalið. Tað er uttan fyri Havnina, at flokkurin fær flestar atkvøður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-10-23 15:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Munurin millum land og bý er óvanliga stórur í Føroyskum politikki. Tað er ikki nakað nýtt, men nýggjasta veljarakanningin hjá Portalinum og FM1, sum Spyr.fo gjørdi fyrr í vikuni, prógvar hetta enn einaferð.

Hyggja vit eftir Fólkaflokkinum, sum er størsti flokkur, so síggja vit, at millum veljarar, sum búgva uttan fyri høvuðsstaðin, er flokkurin ovurstórur. Tí uttan fyri Tórshavnar kommunu fær Fólkaflokkurin heili 38 prosent av atkvøðunum.

Sambært taltilfarinum hjá Spyr.fo er her talan um ein vøkstur hjá Fólkaflokkinum uttan fyri høvuðsstaðin upp á heili seks prosentstig.

Fara vit hinvegin til Tjóðveldi, so loypur tað í eyguni, at hesin flokkurin er øgiliga nógv sterkari í Tórshavnar kommunu enn uttanfyri. Tjóðveldi fær 28 prosent í Havn og 11 prosent uttan fyri høvuðsstaðin.

Hjá hinum báðum stóru flokkunum er munurin millum bygd og bý ikki líka stórur. Borgarligi Sambandsflokkurin er minni í Havn – 17 móti 20 prosentum – meðan vinstravendi Javnaðarflokkurin er sterkari í høvuðsstaðum, 21 móti 18 prosentum.

Eitt valdømi tænir teimum vinstravendu

Við hesum í mentu kunnu vit staðfesta, at skipanin við einum valdømi ikki hevur verið til gagns fyri borgarligu flokkarnir. Um vit framvegis høvdu havt valdømi, so høvdu bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin verið uppaftur betri umboðaðir á løgtingi enn teir eru nú.

Hjá teimum trimum smáu flokkunum síggja vit sama tendens millum bygd og bý.

Teir báðir borgarligu flokkarnir, Miðflokkurin og Sjálvstýri, eru sterkari uttan fyri Havnina. Teir fáa ávikavist 4 og 2 prosent í Havn mótvegis ávikavist 7 og 5 prosent uttanfyri. Meðan tann meira liberali Framsókn er nógv sterkari í Havn, 9 prosent ímóti 2 prosentum uttanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder