Uttanlands

USA: Vápnahvíld fingin í lag í ukrainskum býi

Hvítu húsini í Washington boða í dag frá, at ein avmarkað vápnahvíld, galdandi fyri ukrainska býin Olejsky, er fingin í lag við Melaniu Trump sum samráðingarleiðara.

Melania Trump (Mynd: Jim Watson/AFP/Ritzau Scanpix)

Melania Trump (Mynd: Jim Watson/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-23 17:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sambært Hvítu húsunum er tað Melania Trump, forsetafrúa, sum hevur fingið vápnahvíldaravtaluna upp á pláss.

“Melania Trump, fyrstafrú, hevur við góðum úrsliti tryggjað eina vápnahvíld millum Russland og Ukraina, sum er avmarkað til býin Olesjky”, skriva Hvítu húsini í tíðindaskrivi.

Sagt verður, at Russland og Ukraina eru samd um at støðga við øllum hernaðarligum atgerðum í býnum. Hetta fyri at gera tað møguligt at koma við neyðhjálp til økið og at sivilfólk trygt kunnu sleppa úr økinum.

“Støðan í Olesjky er álvarslig. Olesjky er býur á hermótinum, og vanlukkan er nær. Fólkini, sum eftir eru í Olesjky eru í stóran mun eldri íbúgvar, sum hava bráðfeingis tørv á læknahjálp, heilivági, mati og reinum vatni, sigur Melania Trump í tíðindaskrivinum.

Sambært Hvítu húsunum hevur fyrstafrúan verið í sambandi við bæði Russland og Ukraina fyri at fáa avtaluna upp á pláss.

Vápnahvíldin kemur í gilfi hósdagin 29. oktober, verður sagt úr Hvítu húsunum. Hvørki Russland ella Ukraina høvdu seinnapartin váttað tíðindini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder