2026-02-01 09:52
Í morgun - stutt fyri klokkan hálvgum sjey - fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið millum Fjarða.
Talan var um eitt sonevnt soloóhapp, har ein bilur fór út av vegnum.
Førarin, sum var einsamallur í bilinum, tyktist ikki at hava fingið nakran skaða men varð koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar fyri at binda um heilan fingur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at rúsdrekki var ikki uppií óhappinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald