Innanlands

Seta gongd aftur á drekarnar í Vestmannasundi

Svenska fyritøkan, sum framleiðis sjóvarfalsorku í samstarvi við Sev, setir gongd á framleiðsluna aftur

(Mynd: minesto.se)

(Mynd: minesto.se)

2021-03-04 10:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Svenska orkufyritøkan Minesto heldur fram við sínum virksemi í Vestmannasundi í samstarvi við Sev.

Felagið boðar í dag frá á heimasíðu síni, at útgerð, skip og starvsfólk nú eru til reiðar at seta gongd á framleiðsluna aftur.

- Vit síggja fram til at seta ferð á framleiðsluna av sjóvarfalsorku í Vestmannasundi, sigur stjórin fyri Minesto, Martin Edlund í tíðindaskrivi í dag.

- Minesto miðsavnar seg nú um at økja um framleiðsluna og fáa meira burtur úr henni. Tað gongur fram við at menna eina eind á 10 megaWatt í samstarvi við Sev, og hetta hevur týdning fyri at skipanin skal kunna loysa seg í longdini, leggur hann afturat.

Minestu arbeiðir eisini saman við flokkingarfyritøkuni DNV (Det Norske Veritas, -red.) so skipanin kann fáa altjóða góðkenningar til slíkt virksemi, kallað DG100. Fyrsti partur av hesum arbeiði er komið á mál. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder