2026-11-18 18:28
Stutt fyri klokkan hálvgum seks í kvøld kom fráboðan um eld í timburhúsinum á skipasmiðjuni hjá Mest á Skála.
Talan er um stóran eld, og tamarhald er ikki á støðuni, segði Vilhelm Olsen, átaksleiðari í sløkkiliðnum við Skálafjørðin, við útvarpið fyri løtu síðan.
Øll tilbúgving er á staðnum og roynt verður at verja fyri at eldur ikki kemur í aðrar bygningar á skipasmiðjuni.
Enn er eingin fráboðan komin um fólkaskaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald