Innanlands

Semja millum KAF og skipara- og navigatørfelagið

Eftirlønargjaldið hækkar úr 8,5 prosent upp í 10,5 prosent og somuleiðis eru broytingar gjørdar í vaktargjøldunum

2018-07-04 15:59 Author image
Tíðindaskriv

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava í dag gjørt semju um sáttmála fyri tíðina frá 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019.

Talan er um endurnýggjan av sáttmála galdandi fyri havnarmeistarar og havnarumsjónarmenn sett í kommununum, og semjan byggir á ein karm, sum fyrra árið er 2,3 prosent og seinna árið 2,5 prosent. Semjan inniber eitt nú, at eftirlønargjaldið hækkar úr 8,5 prosent upp í 10,5 prosent og somuleiðis eru broytingar gjørdar í vaktargjøldunum.

Harafturat er avtala um fráboðanarfreist gjørd, og partarnir hava avtalað at viðgera undantøk í sambandi við arbeiðssteðg í sáttmálaskeiðinum.

placeholder
placeholder