
Í vetur spældu føroysku hondbóltskvinnurnar søguligar EM-dystir í stóru høllini í stóra býnum í Sveis.
Í næstu viku er tað ein føroysk songkvinna, sum veruliga skal royna seg á stóra evropeiska pallinum í St. Jakobshalle í Basel.
(Mynd: Eurovision)
Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen og toymi komu til Sveis mánadagin og er nógv á skránni fram til næsta hósdag, tá hálvfinalan er.
Ljóðið skal sita, og hetta varð roynt týsdagin. Sissal viðurkennir í videobrotinum hjá "Eurosong DK", at hon hugsavnaði seg heldur nógv um allar broytingarnar rundan um seg - og nýggju klæði síðani - til at tað varð heilt ella nóg gott.
(Mynd: Eurovision)
Ein nýggj roynd verður í morgin, fríggjadagin.
Les eisini: Hvørvisjónin skal standa sína roynd í Eurovision
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald