Mentan

Tveir týskir á rað í Filmsfelagnum

Talan er um filmarnar "Sterben" og "Riefenstahl", sum verða vístir ávikavist 14. og 21. mai

2025-05-09 19:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi mikudagarnar, 14. og 21. mai, verða tveir nýggir týskir filmar sýndir í Filmsfelagnum.

Talan er um filmarnar "Sterben" og "Riefenstahl", sum báðir fáa bestu ummæli, har teir hava verið vístir, skrivar Filmsfelagið.

Matthis Glasner, sum er føddur í Hamburg í 1965, hevur gjørt stórfilmin "Sterben", ið fær so mikil lovorð frá ummælarum, at hann verður mettur sum ein púra nýggjur varði í altjóða filmsgerð.

Á týsku plakatini verður spælt uppá orðini sterben, at doyggja, og streben, at stremba og tráa eftir nøkrum.

Sterben er ein svørtskemtilig og tó nemandi ættarsøga um lív, deyða - og alt, sum er har ímillum.

Við Lars Eidinger, sum er kendur frá Babylon Berlin í høvuðsleiklutinum, vann Sterben tríggjar virðislønir í høvuðskappingini á filmstevnuni í Berlin.

Í filminum fylgja vit og fáa innlit í dysfunktionellu familjuviðurskiftini hjá Lunies og teimum, sum í nógv ár ikki hava havt nakað sum helst at vera saman um.

Mamman, Lissy, sær fram til ta stóru frígering, tá demensrakti maðurin flytir á røktarheim. Sonurin, Tom, er dirigentur og arbeiðir við episka tónleikaverkinum "Sterben", meðan hann roynir at halda seg flótandi omaná í tónleikavinnuni, halda seg væl við ein depressivan vin og hevur tikið á seg leiklutin sum stjúkpápi hjá fyrrverandi konuni, sum nú er uppá vegin. Samstundis fer systurin, Ellen, at fríggja við einum giftum tannlækna, meðan hon doyvir allar sorgir í brennivíni. Tá deyðin dukar á dyrnar, møtast tey aftur. Men úrslitið er um eina leið syndarligt, láturligt - og óvæntað.

[object Object]

Leni Riefenstahl (1902-2003) verður í flestu filmisku og søguligu verkum mett sum ein av mest umstríddu, kontroversiellu, kvinnum í tjúgindu øld.

Eftir arbeiðsboðum frá Hitler og Goebbels gjørdi hon týdningarmestu propagandafilmarnar fyri nazistarnar, ’Triumph des Willens’ (1934) og ’Olympia’ (1936/38), sum báðir eru fyltir við tilgjørdari kropsdyrkan og sublimum estetikki.

Við støði í øllum teim skjølum, sum funnin vórðu í deyðsbúgvinum eftir Leni Riefenstahl, privatum filmumsupptøkum, fotomyndum og brøvum, hevur leikstjórin Andres Veil, sum er føddur í Stuttgart í 1959, sett saman ein mynd av sjálvmótsigandi listakvinnuni, sum alt lívið stríddist við ummælið, komandi eftirmæli og egnu livdu fortíðina, uttan nakrantíð at angra. Og hon var aldrin einsamøll, bæði tá hon var eitt kent og virkið navn fyri nazistarnar og seinni, tí brævasavnið er stórt, og skrásettar telefonsamrøður skjalprógva, at vanligi týski borgarin, eisini í eftirkrígsárunum, longdist eftir eini sterkari og stýrandi hond.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder