Innanlands

Løgreglan fekk fráboðan um ókendan lut

Arktisk kommando kannar málið, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-09 09:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan fekk í gjár eina fráboðan frá einum borgara í høvuðsstaðnum, sum var komin fram á ein ókendan lut í túni sínum.

Løgreglan kom á staðið og tók myndir, men ikki bar til at staðfesta, hvat hetta var fyri ein lutur, og um talan kundi vera um spreingievni. Tí fer Arktisk Kommando at kanna málið í dag, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Talan var um eitt stálhylki. Í endanum vóru hol borað í gjøgnum, og nakað, sum líktist leidningum.

Tað er vanlig mannagongd at senda boð eftir Arktisk Kommando, tá okkurt illgrunasamt verður funnið, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder